Urtagarðskvøld á bókasavninum

 

Hóskvøldið 10. mai kl. 19.30 helt býargartnarin Jóan Petur Berg fyrilestur á Fuglafjarðar bókasavni um urtagarðar og urtagarðsrøkt. Nógv fólk var komið at hoyra urtagarðsmannin, ið gav leiðbeining og góð ráð, um hvussu vit skuldu gera og røkja urtagarðin í okkara kørgu jørð

       og  harðbalnað veðurlagi. Eftir fyrilesturin fingu vit kaffi, og tá var høvi

       at seta  fakmanninum spurningar - ein møguleiki, ið fleir fólk tóku av.

 

       Ætlar tú tær at gera urtagarð ella vantar tær hugskot til ráð til    

       urtagarðsarbeiðið, so hevur Fuglafjarðar bókasavn nógvar bøkur urta-

       garðsrøkt.  Heilt víst eisini okkurt til tín. 

 

         Listan við bókunum finnur tú her.

 

 

 

 

Game of Thrones

Filmurin Game of Thrones byggir á fantasy-røðina "A song of Ice and Fire", ið George R. R. Martin hevur skrivað, men tær nýtist ikki at vera fantasyfjeppari fyri at lata teg hugtaka av hesi søgu.

 

Game of Thrones er episk fantasy fyri vaksin, fult av intrigum, mystikki og klandri í einum miðaldaruniversi, har svør, gandur og eitur verða brúkt sum vápn í bardaganum. Hetta er bardagin hjá krúnunum um

 

      trúnuna. Einki verður spart og fingrarnir verða ikki lagdir ímillum.

 

      Filmurin er til láns. Lánitíðin er 7 dagar.

 

      Trailara til "Game of Thrones Season" 2 sær tú her

 

 

 

 

 

 

 

 

Fyrilestur á bókasavninum

 

Mikudagin 28. mars, kl. 19.30 heldur Steffen Stummann Hansen áhugaverdan fyrilestur á Fuglafjarðar bókasavni undir heitinum Undangongukvinnur.

 

Í seinru helvt av 19. øld tók nýtt yrki seg upp

í Føroyum - fotografyrki. Í Havnini og fleiri bygdum við settu yrkisfotografar seg niður, har teir við portrettmyndatøku fyrst og

fremst royndu at skapa sær eitt tilveru- 

          grundarlag. Høvuðskraftin í hesi menning vóru ungar kvinnur, 

          flest allar høvdu lært seg myndatøku í útlondum.

 

          Hvat fekk hesar ungu kvinnur at ganga undan? Hvat eggjaði 

          teimum? Og hvat kostaði hetta teimum?

 

          Fyrilesturin lýsir hesar undangongukvinnur og tær siðbundnu og 

          fíggjarligu umstøður, ið tær vuksu upp undir, og sum vóru teimum ein 

          forðing í royndunum at gerast sjálvstøðugar vinnurekandi.

 

          Eftir fyrilesturin er høvi til eitt prát og ein drekkamunn. Tiltakið er

          ókeypis, og øll eru vælkomin.

 

                                              

      

           

           

Karsten Hoydal 100

 

Tann 28. mars eru 100 ár liðin, síðani Karsten Hoydal, skald, varð borin í heim.

 

Karsten var fjøltáttaður høvundur og skald. Hann skrivaði yrkingar, stuttsøgur, týddi, ummælti, skrivaði yrkisgreinar og barnasøgur. Í sínum skaldskapi lýsti hann

          m.a. náttúruna, lívskorini, barnalyndið og vandan við kríggi og

          hernaðardubbing. Karsten Hoydal var nýskapandi høvundur, bæði  

          málsliga og innihaldsliga. Fyrsta útgáva hansara var yrkinga-

          savnið Myrkrið reyða í 1946.

 

          Les meira um høvundan her

 

          Rithøvundaskrá sært tú her

    

 

 

                                          

Páskir

Páskirnar nærkast. Bókasavnið hevur nógvar bøkur um at klippa

og gera páskaprýði.

 

Sí bókalistan her

 

 

 

 

 

         

          Her finnur tú ymiskt á netinum um páskirnar:

 

          Duda.dk

          Síða við nógvum leiknjum til páskaegg - pappírsklipp og prýði -   

          páskamat, søgan um páskirnar o.m.a.

         

          Historie-online.dk

          Her finnur tú søguna um páskirnar, spøl við eggum,  uppskriftir

          og eitt sindur um páskaharuna.

 

          Ptt-museum.dk

          Um páskasiðir, spøl, páskamat og pátrúgv um páskirnar. 

         

 

          Gevið gætur: Fram til páskirnar er útlánstíðin 7 dagar. Bøkurnar  

          kunnu endurnýggjast, um eingin annar bíðar eftir teimum. 

      

 

 

 

Sálarlig vælvera

 

Í lívsstílssendingini Fit í útvarpinum setir Elin  sálaliga vælveru á breddan í komandi sendingum. Bókasavnið hevur bøkur um sálarliga vælveru.

 

Sí bókalistan her

 

 

       

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

OPIÐ:

 

Mánadag-fríggjadag kl. 9-12 og 13-17

Leygardag kl. 9-12

 

t-postur: bokasavn@fuglafjordur.fo

 

 

 

 

Nýtt á hillunum

 

 

Ljóðbøkur

 

 

Tíðarrit

 

 

Filmar

 

 

Lesiringurin

 

 

   

 

Fuglafjarðar bókasavn • í Støð 1 • 530 Fuglafjørður • tlf. 238016 • bokasavn@fuglafjordur.fo

 

Leita í savninum

 

Fuglafjarðar bókasavn